Nú fýra vikur eftir jarðskjálvtan tann 12. januar meta myndugleikarnir í Haiti, at skjálvtin kravdi í minsta lagi 230.000 mannalív. Sostatt kravdi skjálvtin, sum var 7,9 á Richter-stiganum, líka mong mannalív sum flóðaldan í Landssynningsasia á jólum í 2004, skrivar Reuters.
Myndugleikarnir í Haiti siga tó, at talið á deyðum er helst væl størri enn 230.000, tí øll tey deyðu eru ikki skrásett enn.
Harafturat er vandi fyri, at nógv av teimum, sum fingu skaða í jarðskjálvtanum, fara at doyggja, tí tað eru ov fáir læknar og ov lítil heilivágur.
Myndugleikarnir hava fyrr sagt, at meiri enn 300.000 fingu skaða í jarðskjálvtanum.