Minst 21 deyð í Mumbai

Bumbuspreingingarnar í indiska býnum Mumbai seinnapartin hava kravt væl fleiri mannalív, enn myndugleikarnir hildu. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur í kvøld sambært fonsku tíðindastovuni AFP, at í minsta lagi 21 fólk eru deyð, og at minst 113 eru særd.

Indiska innanríkisráðið kunngjørdi longu seinnapartin, at talan var um eina yvirgangsatsókn, sum var væl skipað. Tær tríggjar bumburnar brustu ymsastaðni í býnum, og tað vóru bara fáir minuttir ímillum spreingingarnar. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini.

Í 2008 kravdi ein ógvuslig yvirgangsatsókn at Mumbai meiri enn 160 mannalív. BBC sigur, at tann einasti yvirgangsmaðurin frá teirri atsóknini, sum slapp við lívinum, hevur føðingardag í dag. Spurningurin er so, um tað kann hava samband við spreingingarnar í dag.