At tað ber til at skipa ein country- og bluesfestival í Sørvági, og har alt gongur sum tað skal, - tað varð prógvað um vikuskiftið.
Fyrireikararnir av festivalinum høvdu lagt stóra orku at alt skuldi rigga, og at alt skuldi vera merkt av, at talan var um ein country- og bluesfestival.
- Vit eru sera væl nøgd við festivalin, og tað eru teir útlendsku gestirnir so sanniliga eisini, sigur ein teirra, Maria Samson.
- Tá vit stóðu har leygarkvøldið og skoðaðu út yvir ta stóru mannfjøldina sum var komin til Sørvágs, tá hugsaði eg, at hetta hevði verið alt stríðið vert, leggur hon aftrat.
Fleiri av útlendsku gestunum - og teir føroysku bólkarnir - vóru ovfarin av, hvussu væl alt var fyriskipað, og eisini av, hvussu góð ljóðblandingin var til framførslurnar. Og tað kom helst eisini óvart á tey, at hetta í roynd og vera var fyrstu ferð at ein skipaði ein slíkan festival á føroyskari jørð.
Fyrireikararnir fara seinni í vikuni at hittast til ein fund at eftirmeta henda fyrsta festivalin. Leysliga verður mett, at minst 2000 fólk vóru í bygdini til tiltakið.
Óhugsandi er tí ikki, at ein slíkur festivalur verður aftur eina aðru ferð.
Sí annars myndatema!