Loftmynd av ferðsluvanlukkuni á Zhengzhou er tikin, eftir at mjørkin er lætnaður. 200 bilar vóru í vanlukkuni. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

Minst 200 bilar í samstoyti á brúgv í Kina

Bilar og lastbilar lógu og sløgdust hvør um annan eftir hópsamanstoyt í Kina. Tjúkkur mjørki var, tá vanlukkan hendi.

 

Loftmynd av ferðsluvanlukkuni á Zhengzhou er tikin, eftir at mjørkin er lætnaður. 200 bilar vóru í vanlukkuni. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

Ein persón doyði, tá í minsta lagi 200 bilar í dag vóru við í einum hópsamanstoyti á eini brúgv í Kina.

Tað veit ríkissjónvarpið í Kina, CCTV at siga. 

Tíðindastovan AFP skrivar, at ein persónur doyði í vanlukkuni.

Myndir úr luftini vísa bilar, vøruvognar og lastbilar, sum liggja og sløðast hvør um annan á motorvegnum. Nógv sótu føst í bilunum og sluppu ikki út.

– Hetta er alt ov ræðuligt. Tað eru nógv fólk her, og eg haldi ikki, at vit sleppa av brúnni, segði ein bilførari við sjónvarpið.

Ógvusliga vanlukkan hendi í tjúkkum mjørka, sum flytti seg úr býnum Zhengzhou í landspartinum Henan. Tað merkti, at sýnið var ikki nógvar metrar hjá bilførarunum.

Sambært veðurtænastuni var sýnið bara 500 metrar fleiri staðni í Zhengzhou. Tað var orsøkin til ferðsluvanlukkuna. Summastaðni var sýnið bara 200 metrar.

– Mikumorgunin var brádliga tjúkkur mjørki við Brúnna við ta Gulu Ánna í Zhengzhou. 

11 sløkkiliðsbilar og 66 bjargingarfólk vóru send á staðið sambært ríkismiðlum.

Tað eydnaðist út á dagin at fáa ruddað teir knústu bilarnar av brúnni.

Sum ikki einaferð er orsøkin í slíkum førum, at fólk ikki halda neyðugu frástøðuna og koyra ov skjótt.

Vanlukkur á kinesisku vegunum henda ofta, tí trygdin ikki er í hásæti.

Í septtember doyðu 27 ferðafólk í bussi. Tey vóru sum liður í at bæsa covid-19 á veg til eina sóttarhaldsstøð í syðra landspartinum Guizhou.

Á vegnum koppaði bussurin mitt á motorvegnum.

/ritzau/Reuters

 

 

Loftmynd av ferðsluvanlukkuni á Zhengzhou er tikin, eftir at mjørkin er lætnaður. 200 bilar vóru í vanlukkuni. - Foto: Str/Ritzau Scanpix