Minst 18 fólk skotin í París

Nógv skot og tvær spreingingar hava herjað franska høvuðsstaðin

Tíðindastovurnar, BBC og Al Jazeera skrivar beint nú, at tey hava fingið upplýst frá fronskum myndugleikum, at minst 18 fólk hava latið lív í París í kvøld, eftir at ein brysumaður fór at skjóta frá hond í eini matstovu í París.

 

Løgreglan hevur eisini fortalt Al JAzeera, at tvær spreingingar hava verið við franska tjóðleikvøllin, Stade de France, har vinadystur ímillum Frakland og Týskland er um at verða liðugur.

 

Tað er eisini upplýst, at fólk eru tikin til gísla í eini konserthøll í París.

 

 

 

 

Les eisini: Fleiri fólk skotin í París

 

 

Tað er óvist um hendingarnar hava samband við hvørja aðra, men løgreglan hevur flutt fólk út úr skeinkistøðum og matstovum í økinum, har nógvur ungdómur, og ferðafólk, plaga at savnast.