Fleiri ógvusligar bumbuspreingingar hava skakað irakska høvuðsstaðin í dag. Hóast herd trygdartiltøk heldur tann blóðugi ófriðurin fram í Bagdad, og dagurin í dag er ein av teimum ringastu.
Amerikanska sjónvarpsstøðin CNN sigur, at meiri enn 150 fólk hava lati8ð lív í bumbuspreingingum ymsastaðni í býnum. Tann ringasti tilburðurin var, tá ein sjálvmorðbumbumaður sprongdi seg í luftina við eitt eftirlitsstað í tí shiamuslimska býarpartinum.
CNN sigur, at dagurin í dag er tann blóðugasti í Bagdad, síðani amerikanski herurin sendi fleiri túsund hermenn inn í býin at halda skil á fyri tveimum mánaðum síðani.










