Minst 15 doyðu í eldi í háhúsi í Kina

Minst 15 fólk hava latið lív, og 44 eru særd eftir ein eldsbruna í einum íbúðarbygningi í býnum Nanjing, sum er í eystara parti av Kina.

 

Eldur var í einum íbúðarbygningi gjáramorgunin. Minst 15 fólk eru deyð í eldinum. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Tað upplýsa myndugleikar á staðnum í dag.

Eldur kyknaði í háhúsinum tíðliga gjáramorgunin lokala tíð.

Fyrstu kanningarnar benda á, at eldurin byrjaði á fyrstu hædd, har elsúkklur vórðu á goymslu.

Bygningurin er í økinum Yuhuatai í Nanjing, ein býur við átta milliónum íbúgvum. Nanjing er umleið 260 kilometrar í ein landnyrðing úr Shanghai.

Klokkan 06 gjáramorgunin lokala tíð varð eldurin sløktur, og eitt kanningarátak endaði umleið klokkan 14.

/ritzau/AFP

 

Eldur var í einum íbúðarbygningi gjáramorgunin. Minst 15 fólk eru deyð í eldinum. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix