Minst 15 deyð í jarðskjálvta

Ein jarðskjálvti við kyrrahavsstrondina í miðamerikanska landinum Guatemala í kvøld hevur kravt í minsta lagi 15 mannalív. Sambært BBC var skjálvtin 7,4 á Richterstiganum, og fólk heilt norðuri í Meksiko Býi merktu ristingarnar.

Forsetin í Guatemala, Otto Perez Molina, sigur við tíðindastovurnar, at minst 15 fólk eru deyð, og at umleið 100 hava fingið skaða. Ein útvarpsstøð í San Marcos-landspartinum sigur, at fleiri hús eru rapað, og at streymurin og fartelefonsambandið eru farin.

Franska tíðindastovan AFP skrivar úr býnum San Pedro Sacatepequez, at har hava fleiri fólk latið lív, og ein embætismaður í býnum sigur við tíðindastovuna, at minst 10 fólk eru deyð har.