Í minsta lagi 13 fólk eru deyð í ógvusligari vetraródn í landnyrðingspartinum í Spania.
Illveðrið hevur lagt handlar og matstovur í oyði á eysturstrodini, har ógvusligur uppgangur hevur verið, so gøtur á torg hava ligið undir sjógvi. Tað skrivar fleiri lokalir miðlar.
##med2##
Stormurin og ógvusligu aldurnar hava fingið brýr at hokna og lagt strendur í oyði.
Millum tey deyðu er ein 77 ára gamal maður, sum doyði, tá eitt vakstrarhús brotnaði oman yvir hann í Andalusia og ein maður, sum fór í havið í havnarbýnum Palamos.
##med3##
Fýra fólk eru saknað í illveðrinum, ið hevur fingið navnið »Gloria«, sum í hvirlunum er upp í 27 metrar um sekundið – tað tó ikki meira enna tað, sum vit kalla »hvassur stormur« á føroyskum.
/ritzau/
##med4##














