Minst 12 fólk eru í nátt rakt av skotum í amerikanska býnum Minneapolis.
Tað upplýsir løgreglan á sosiala miðilinum Twitter.
Løgreglan boðar frá, at ein vaksin mðaur er deyður av skotunum. Eingin av hinum særdu eru í lívsvanda. Tey hava í ymsan mun fingið skaða.
Tey særdu eru løgd inn á sjúkrahús nærindis.
Skottilburðurin fór fram í økinum kring Hennepin Street í miðbýnum. Orsøkin til hendingin er ikki greið enn.
Løgreglan heitir á øll um at halda seg burtur frá økinum.
Seinastu vikurnar hava verið umfatandi mótmæli í Minneapolis, eftir at tann svarti maðurin George Floyd doyði 25. mai undir eini handtøku í býnum.
Greitt er ikki, um skottilburðurin hevur nakað við mótmælini at gera.
Mótmælini fyri rættindum hjá teimum svørtu hava breitt seg til alt USA og stóran part av heiminum.
/ritzau/