Minst 100 fallin í Sýrialandi í dag

Dagurin í dag var óvanliga blóðugur í Sýrialandi, og sambært lokalum keldum lógu í minsta lagi 100 fólk eftirá í býnum Homs og nøkrum bygdum í Idlib-landslutinum.

Sagt verður, at sýriski stjórnarherurin hevur skotið granatir inn í Homs allan dag, og hildið verður, at álopini hjá herinum hava ikki verið so umfatandi síðani fyrst í hesum mánaðinum. Í dag søkti stjórnarherurin serliga eftir teimum býarpørtunum, sum teir vápnaðu uppreistrarmenninir halda til í.

Um nakrar fáar dagar fara londini í bólkinum Vinir Sýrialands at hava fund í Tunesia, har tey skulu viðgera støðuna í Sýrialandi og taka støðu til møgulig tiltøk ímóti Bashar al-Assad, forseta og stýri hansara.