Í minsta lagi 10 hús á Seyðisfirði hava fingið skaða í dag, eftir at skriðulop rakti býin umleið klokkan 15 í dag. Heimasíðan - mbl.is - skrivar, at serliga tað eina húsið, rópt Framhús, eftir øllum at døma hevur fingið so stóran skaða, at tað er oyðilagt.
Myndugleikarnir hava biðið allar íbúgvar á Seyðisfirði leitað sær til miðstøðina, Herðubreið, tí ætlanin í øllum førum er at flyta ein part av fólkinum úr býnum. Mynduglekarnir siga, at fólk kunnu koyra sjálvi.
Heitt verður tó á øll, sum fara úr býnum, um at venda sær til miðstøðina, Herðubreið - ella til fyrstuhjálparmiðstøðina í Egilsstøðum, sum er í Egilsstaðaskóli. Lagt verður aftrat, at sleppast kann við bussum úr Herðubreið.
Sum skilst á mbl.is er ógreitt, hvussu umfatandi materiellu skaðarnir á Seyðisfirði eru, og greitt er heldur ikki, um nakar persónsskaði hevur verið í samband við skriðulopið í seinnapartin í dag.
##med2##