- Eitt slíkt tilboð gevur minnisveikum nakað at fara til, samstundis sum tað lættir um hjá teimum avvarðandi, sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu. Avvarðandi at minnisveikum í Vestmanna hava heitt á kommununa um at geva pláss fyri onkrum tilboði til minnisveik sum búgva heima.
Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, fegnast um, at eitt avlastingartilboð, sum tað eisini kann rópast, nú kemur í gongd fyrsta dagin.
- Tað er ikki kommunan, sum hevur funnið upp á hetta, men vit eru fegin um at kunna ganga slíkari áheitan hjá borgarunum á møti.
Hon sigur, at sambýlið í Vestmanna verður karmur um hetta tilboð, sum minnisveik kunnu brúka nakrar tímar einar tvær ferðir um vikuna.
- Kommunan hevur sett nakrar krónur av til eina royndarætlan, og síðan koma minnisveik sjálvi at rinda eitt symbolskt krónutal hvørja ferð, tey fáa høvi at koma á sambýlið.
Herit Magnussen fegnast eisini um, at sambýlið hevur tikið so væl ímóti hesi ætlan ? og at tey duga at síggja nakrar møguleikar í, at minnisveik saktans kunnu geva búfólkunum á sambýlinum nakað.
- Tey, sum arbeiða á sambýlinum, eru spurd, hvat tey siga til eina slíka ætlan, og eg fegnist um, hvussu positiv tey hava verið.
Hon vísir á, at tað eru minni enn so øll minnisveik, sum eru illa fyri likamliga.
- Summi eru væl fyri, og hetta eru ofta gemytlig fólk, sum duga væl at siga frá, og sum soleiðis kunnu geva húsinum nakað, leggur Herit Magnussen aftrat.
Eitt er, at minnisveik soleiðis fáa eitt tilboð og ein avveksling í gerandisdegnum.
- Annað er, at avvarðandi at hesum fólkum, sum búgva heima, eisini fáa eitt andarhol, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu.