Minnisveik fáa dagtilhald í Klaksvík

Í Klaksvík fáa avvarðandi og minnisveik,ið hava fingið staðfest sjúkuna hjá lækna, nú møguleika at koma út og vera saman við øðrum í somu støðu. Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu, klaksvik.fo sigur, at

dagtilhaldið skal halda til í niðastu hædd á Norðoya Røktarheimi og er ætlað heimabúgvandi minnisveikum í Klaksvíkar Kommunu.

Opið verður gerandisdagar frá kl. 9 - 17, tó mikudag kl. 13 - 17.

Møguleiki er at gera mat, fimleik og spæla onkur spøl. Bløðini verða lisin og mangt annað. Eisini er møguleiki fyri at koma og práta og lurta og verða saman við starvsfólkunum uttan at luttaka í aktivitetunum.

Morgunmatur, døgurði og kaffi er at fáa á dagtilhaldinum. Til ber eisini at hvíla um brúk er fyri tí.

Kostnaðurin er 70 kr. um dagin. Íroknað prísinum er matur, ítriv og koyring. Koyring kann avtalast.

Til ber at ringja til dagtilhaldið allar gerandisdagar frá kl. 11.00 til 15.00 á telefon 223008 ella við at senda teldupost til dagtilhald@ks.fo

Á dagtilhaldinum arbeiða trý starvsfólk. Ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein heilsuatstøðari og ein hondarbeiðslærarinna