Minnisvarði og minningarløta

Í dag eru hundrað ár síðani, at tríggir bátar í Norðoyggjum gingu burtur á útróðri

Tollaksmessudagur í 1913 var syndarligur. Henda dagin gingu tríggir bátar í Norðoyggjum burtur á útróðri – ein úr Kunoy, ein av Skarði og ein úr Norðdepli. Tíggju dagar frammanundan gekk ein svínoyarbátur burtur. Tilsaman fórust 25 menn, og eftir teir sótu 15 einkjur og 39 børn vóru faðirloysingar.

Í dag verður hetta markerað í Norðdepli á tann hátt, at minnisvarði verður avdúkaður yvir tey, sum eru farin á sjónum. Minnisvarðin stendur norðanfyri gamla skúlan. Hátíðarhaldið verður klokkan 14. Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sigur nøkur orð, áðrenn Osvald Sivertsen fer at avdúka minnisvarðan. Eftir hetta verða øll boðin í skúlan á Fossánesi til ein kaffimunn, og tá fer Osvald Sivertsen at greiða nærri frá vanlukkuni fyri 100 árum síðani.

Í Christianskirkjuni í Klaksvík verður guðstænasta í kvøld klokkan 18. Jógvan Fríðrikssson, biskupur, prædikar, og Hanus á Gørðum, sóknarprestur, luttekur eisini.

Hans J. Glerfoss eigur yrkingina “Yvir søgubrot”, sum lýsir sorgarleikin henda dagin fyri hundrað árum síðani. Páll Sólstein hevur sett lag til yrkingina, og undir guðstænastuni í Christianskirkjuni í kvøld verður hetta at hoyra.