Minningarhald vóru kring landið tann 1. november, minningardag teirra, ið fórust á sjónum.
Í Vági varð ein pláta løgd afturat teimum verandi plátunum. Á hesi nýggju plátuni eru nøvnini á teimum, ið síðani 1979 eru farnir á sjónum. 11 Vágbingar hava latið lív á sjónum síðani 1979. Sjómanskvinnuringurin í Vági skipaði fyri tiltakinum og eftir minningarhaldið var ein drekkamunnur at fáa í Meingheitshúsinum.
Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, talaði við minningarhaldið í Vági.