Seinastu árini hevur býarfríðkan verið ovarliga á dagsskránni hjá Vágs kommunu. Tað er eisini sjón fyri søgn kring um í kommununi, at alsamt fleiri økir eru vorðin sera vøkur og innbjóðandi. Í ár er Minnisvarðaøkið í miðbýnum fríðkað, skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo.
Millum annað er nýggj gøta løgd niðan til minnisvarðan. Atgongdin til rørslutarnað er eisini hesum sambandi betrað. Á økinum er fleiri økir gjørd við vøkrum blómum og runnum. Og á økinum eru eisini fleiri benkur og borð sett upp, soleiðis at fólk kunnu leita sær niðan á økið at njóta løtuna – og eru fólk vælkomin til tað !
Tað eru Jón Vilhelm og John Signar Toftum í tekniska toyminum hjá Vágs kommunu, sum hava staðið fyri arbeiðinum, og sigast má, at talan er um arbeiði, sum sera væl úr hondum greitt.
##med2##