Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.

 

Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin - er langur. Millum mongu málini eru hesi.


Helst mest sambandssinnaði politikkur nakrantíð:

-        Hækkað ríkisveitingina.

-        Avtikið Landsbanka Føroya.

-        Tømt Búskapargrunn Føroya.

 

Helst mest ósosiali politikkur nakrantíð:

-        Søguliga stóra pensjónsskattahækking upp í 40% frá fyrstu krónu, hevur rakt láglønt serliga hart.

-        Undirgravað framtíðar vælferðarsamfelagið við at brúka framtíðar pensjónsskatt í dag.

-        Økt ójavnan munandi við at lata flatskattalætta upp í 7000 kr. um mánaðin til hálønt, men pensjónsskattarokning til láglønt.

 

Økt skuld við omanfyri 1 mia. kr. og brúkt 1 mia. av framtíðar pensjónsskattainntøkum:

-        Undirgravað fíggjarliga haldførið hjá landskassanum.

-        Økt landsins skuld við omanfyri 1 mia. kr.

-        Brúkt 1 mia. kr. av framtíðar pensjónsskatti umvegis forskatting.

 

Undirgravað álitið á landsins leiðslu:

-        CIP Skálafjarðatunnilsmálið, ið mundi kostað samfelagnum eina eyka milliardaútreiðslu.

-        Avlurtingarpakkin partvíst settur í verk.

-        Misálitsvekjandi framferð í sambandi við avtøku av Landsbankanum , forskattingina og flatskattalættan.

-        Sagt ósatt fyri Løgtinginum – men onga avleiðing.

 

Manglandi nýskipanir:

-        Ongin fiskivinnunýskipan.

-        Ongin heilsunýskipan.

-        Ongin skúlanýskipan.

-        Ongin nýskipan av miðfyrisiting.

-        Ongin pensjónsnýskipan – bert tvungin uppsparing og søguliga stór pensjónsskattahækking.

 

Latið okkum saman seta nýggja og savnandi kós

Tjóðveldi vil seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum, seta í verk mennandi nýskipanir og fremja ein politikk, ið er til fyrimuns fyri alt fólkið - bæði okkum sum her eru, okkara børn og komandi ættarlið. Les hvussu her: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=90

Latið okkum saman tryggja, at alarmerandi avrikslistin ikki gerst longri. Vel eina nýggja og savnandi kós fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum – og at endurreisa álitið á landsins leiðslu.
Hetta ber til við tínum stuðli 1. september.

 

Kristina Háfoss

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi