Í nógvum týskum býum eru skelti sett upp við áskriftini “Umweltzone" (Umhvørviszona) fyri at vísa á at bert bilar sum eru umhvørvisgóðkendir kunnu kunnu koyra har.
Teir bilar sum verða góðkendir kunnu fáa umhvørvisskeltir í trimum litum: grønt, gult ella reytt, alt eftir hvussu hvussu høgt CO2 útlátið er. Hetta er eisini galdandi fyri akfør, sum ikki eru eru skrásett í Týsklandi, bæði persónbilar, lastbilar og bussar.
Tað er loyvt at koyra í Týsklandi uttan hesi umhvørvismerki, men tað er ikki loyvt at koyra inn í teir býir, sum hava hesar umhvørviszonir. Tey sum bert koyra á týsku motorvegunum nýtast ikki at hava hesi umhvørvismerkir, men so mugu tey fylgja væl við, um tey koyra inn í ein býir, sum hava hesar zonir.
Umhvørvisskeltir eru í løtuni sett upp í umleið 40 týskum býum, og vanliga bótin fyri at koyra inn í ein bý uttan umhvørvismerki er 40 evrur.
Hvørja ferð koyrt verður gjøgnum eina týska umhvørviszonu, uttan umhvørvisskelti í forrútinum, er vandi fyri at fáa bót, sigur Arne Willerslev-Legrand, stjóri í Applus Bilsyn í Danmark, sum er eitt av teimum fáa støðunum, har umhvørvismerkini kunnu keypast. Sum skilst kunnu tey eisini keypast hjá FDM.
Hóast hetta eisini er galdandi fyri føroyingar, sum ætla sær til Týskland at koyra, hava vit enn onga skipan í hesum sambandi.











