Minnist til Reyða Kross í morgin

Tíðindaskriv

Í morgin, leygardagin tann 3. oktober, millum klokkan 11 og klokkan 15. fer at banka á dyrnar í hvørjum einasta húsi landinum. Hetta er dagurin, har húsainnsavningin hjá Reyða Krossi Føroyar fer fram.

Fólk fara í húsini kring landið og øll hava møguleikan at stuðla tí manngóða arbeiði, sum Reyði Krossur Føroya stendur fyri kring heimin.

Sum nakað serligt hevur Hundaeigarafelag Føroya bjóðað seg fram, og limir tess fara við hundunum og bússunum at banka á dyrnar hjá fólki í Havnini.

Suni Vinther frá Reyða Krossi Føroya sigur, at hetta vikuskiftið er eitt innsavningarvikuskifti í øllum Norðurlondum og at pengarnir, sum koma inn fara lutvíst til neyðhjálp og eisini til menningarhjálp og undirvísing av børnum.

Eini 360 fólki eru við í innsavningini og í samband við hesa hava bankarnir opið leygardagin seinnapart, fyri at móttaka pengunum, sum inn eru komnir. Longu klokkan 16.00 eru tey fyrstu úrslitini tøk.

-Føroyingar eru raskir at veita Reyða Krossi ein beina. Føroyingar hava í miðal til seinastu innsavningarnar latið 13 krónur hvør, meðan hetta talið liggur á trimum krónum í Danmark, sigur Suni Vinther.