Minnist til at sløkkja ljósini

Jólaljós og serliga adventskransar og jóladekoratiónir eru sera vandamikil, tí tað er so skjótt at tey kunnu verða orsøkin til vanlukkur, sigur Heiðrikkur Christiansen. Flest øll munnu vera samd um, at einki er meira hugnaligt enn livandi jólaljós, adcentskransar og jóladeekoratiónir. Men eins hugnaligt hetta er, eikns vandamikið er tað eisini.

Ein, ið hevur drúgvar royndir innan økið, er Heiðrikkur Christiansen, sum hevur 25 ár sum brandmaður á cv?num.

Tað er sera týdningarmikið, at fólk ganga eina rundu í húsunum og tryggja sær, at eingi livandi ljós brenna, tá tey fara til songar, sigur Heiðrikkur Christiansen.

Tað er langt frá eitt ókent fyribrigdi, at gloymd jólaljós og kanska serliga adventskransar og dekoratiónir, hava verið atvoldin til eldsbrunar.

Tað er so skjótt, at eldur kann festa í grannið í adventskransinum ella jóladekoratiónini, og tá kann standa vanlukka av, um illa vil við, sigur Heiðrikkur Christiansen.

Hann sigur tó, at alt fleiri hús nú eru útgjørd við eldávaringum, og tað er ein stór hjálp, mn kortini hevur hann hesa áheitan á fólk:

Tryggið tykkum, at einki livandi ljós brennur, tá tit fara til songar.