Eina snøgga viku eftir, at 19 ára gamli maðurin hevði verið við í einum hópslagsmáli í miðbýnum í Havn, var hann aftur ákærdur, hesaferð fyri at hava koyrt bil ávirkaður og við ongum koyrikorti.
Í Føroya Rætti í gjár noktaði hann seg sekan og segði, at hann hevði sitið við síðuna av førarasetrinum, og tað einsata hann hevði gjørt var, at traðka beinið yvir um og trýst á speedaran, meðan bilurin stóð stillur í fríkervi.
Saman við trimum øðrum var hann farin biltúr náttina 21. juni og vóru teir endaðir á Gomlurætt. Har var bilførarin farin úr bilinum fyri at kasta sær av vatninum, og tá var tað, at hin ákærdi hevði trýst á speedaran.
Ein annar, sum eisini var við í bilinum, hevði annars greitt løgregluni frá, at hin ákærdi hevði koyrt á Gomlurætt í einar tveir minuttir. Hesa frágreiðing gav hann løgregluni dagin eftir hendingina og hesa somu frágreiðing staðfesti hann aftur fyri løgregluni í einari telefonsamrøðu 11. august.
Ógreiða tykist vera um, hvør koyrdi bilin, tá teir fóru aftur av Gomlurætt. Tá kom ferðin heilt upp á 200 km/tíman, og tað endaði við, at bilurin fór út av vegnum og fórst ógvuliga illa.
Teir fýra ungu menninir, sum vóru í bilinum, sluppu kortini snikkaleysir frá hendingini, men blóðroyndir vístu, at bæði ákærdi og vitnið høvdu drukkið.
Í rættinum tók vitnið aftur frágreiðingar sínbar til løgregluna, bæði hana hann gav dagin eftir, og hana hann gav 11. august. Í rættinum segði vitnið, at hann helst hevði mistikið seg tá hann hevði sagt, at ákærdi koyrdi bilin.
Tá hetta vitnið nú hevði broytt frágreiðing, kravdi ákærin, at málið varð útsett, og at bilførarin, sum hevði koyrt bilin á Gomlurætt, og sum eisini hevði givið frágreiðing til løgregluna, varð kallaður inn sum vitni í málinum.
Enn er ikki greitt, nær málið kemur fyri aftur í Føroya Rætti.