Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroyndir ímóti fýra fólkum í Norðdepli minnist púra einki um, hvat hann gjørdi hendan vanlukkuliga sunnumorgunin tann 14. juli í fjør. Í hesi, og í næstu viku, er hann fyri í nevningatingi, har álvarsamasta ákæran ímóti honum er, at hann skal hava roynt at taka lívið av fýra fólkum.
Hann er avhoyrdur í málinum, men tað er greitt, at tað verður ikki haðani, at ljós verður varpað á hendingina.
Hann sigur, at hann minnist púra einki um hendingina og tí kann hann heldur ikki játta seg sekan.
Hann sigur, at hann hevði verið í veitslu í Hvannasundi um náttina, men áleið klokkan 6.30 sunnunorgunin fór hann úr veitsluni til gongu.
Men hann hevði lyndi til at missa minnið, tá ið hann drakk, hann fekk black out, segði hann.
Og tað einasta, hann minnist var, at steðgaði á tvær ferðir at drekka av eini vodkafløsku, hann hevði við sær. Tað var beint eftir, at hann var farin úr veitsluni.
Royndir av blóði og landi staðfestu, at hann hevði ímillum 1,2 og 1,5 promillu av alkoholi í blóðinum um tað mundi, fólkini í Norðdepli vórðu álopin. Men tað vóru ongi spor eftir heilivági ella rúsevnunum at finna.
Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava ein film við barnaporno á telduni.
Talan er um barnaporno í bólki tvey við myndum, har blaðung standa fyri myndatóli, uttan at ber brá av tvingsli, ella samlegu við vaksin.
Men ákærdi segði, at hann visti einki um hendan filmin, ella hvussu hann er endaður á telduni. Hann hevur heldur ongantíð sæð filmin.
Hann sigur, at fleiri vinmenn høvdu loyniorði til telduna og tað kann vera onkur av teimum, sum hevur lagt filmin á telduna.
Ein vinmaður hjá honum hevur greitt frá í rættinum, at einaferð hevði hann loyniorðið til telduna hjá ákærda, men hann hevði ikki lagt nakað tilfar yvirhøvur á telduna hjá honum.
Maðurin er somuleiðis ákærdur fyri at bíleggja sær ein 28,5 sentimetrar langan leðurgassa, og hondjørn, úr USA.
Hann hevur ikki nakra serliga frágreiðing um, hví hann bílegði hetta, men hann sigur, at talan var um eitt gott tilboð, sum hann hevði tikið av. Hann fekk ongantíð vørurnar, tí tollvaldið legði hald á hana.
Ein onnur ákæra ímóti honum er, at hann skal hava havt eina høglbyrsu, har pípan varð sagað av og at hava skotið tvey skot við henni, áðrenn hann var fyltur 18, og sostatt hevði loyvi at brúka byrsu.
Maðurin greiddi frá, at hann hevði funnið byrsuna í ruskbingjuni hjá IRF í Hvannasundi.
Tá varð ein partur av pípuni sagað av, men hann tordi ikki at brúka byrsuna, sum hon sá út, so hann sagaði meiri av pípuni.
Nýggjársaftan 2012, á midnátt, hevði hann skotið tvey skot við henni, men hann sigur, at hann skeyt upp í loft.
Tá var hann ikki myndugur og hevði sostatt ikki loyvi at skjóta, men hann sigur, at vaksið fólk var við og høvdu givið honum loyvi at skjóta.
|