Lívið hjá Kitty Menko Jørgensen í Hollandi undir krígnum minnir á mangan hátt um lívið hjá Onnu Frank. Meðan Anna Frank doyði og dagbókin yvirlivdi, so var tað júst øvut hjá tí nú 81ára gomlu Kitty Menko Jørgensen. Komandi dagarnar vitjar hon í Føroyum. Tey flestu av krígsárunum goymdi lítla Kitty seg saman við mammuni, pápanum og beiggjanum hjá sær fyri týskinum Sjálv sigur hon, at hennara søga partvís minnir um søguna hjá Onnu Frank. Men tó var ein stórur munur, nevniliga at Anna Frank doyði í týningarleguni, meðan hennara dagbók yvirlivdi. Kitty Jørgensen yvirlivdi kríggið, men dagbókin varð burtur.
Sum onnur jødisk børn í 1930?unum stuttleikaði hon sær við øðrum børnum í spæli. Men seinnapartin av tríatiárunum gjørdist tað truplari hjá jødunum, og tá ið kríggið byrjaði, fluttu fleiri jødiskar familjur. Nógvir jødar vórðu tiknir og førdir til týningarlegur. Teir jødarnir, ið eftir vóru, máttu ganga við gulum Dávidsstjørnum.
Á summri í 1942 var støðan so álvarslig, at teir jødar, ið eftir vóru, máttu fara undir jørð. Ein prestur í Enschede og nakrir hjálparar hansara hjálpti teimum at finna eitt goymistað. Kitty og tey skuldu búgva hjá nøkrum góðum vinum hjá foreldrunum, men tá ið tey komu hagar, vildu tey kortini ikki taka ímóti teimum.
? Í síðstu løtu bjóðaði ein húsavørður á náttúrusøguliga savninum at taka sær av okkum. Vit hildu, at tað var tí, at pápi var formaður fyri savnið, at vit fingu loyvi at vera har. Ikki fyrr enn í 2001 fekk eg at vita, at tað var presturin, ið hevði skaffað okkum hetta plássið, greiðir millum annað Kitty frá.
Fyrsta tiltakið, sum Kitty verður við á, er í missiónhúsinum í Hvalba, og verður tað morgin klokkan 20.