Í kvød verður rættartrygdin hjá teimum, ið hava minnissvinn, lýst og viðgjørd Alzheimerfelagið skipar fyri almennum pallborðsfundi kl. 19.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9.
Skráin sær soleiðis út:
Sigrún Mohr, forkvinna, bjóðar vælkomin og tekur stutt samanum arbeiði felagsins.
Rósa Samuelsen, lansstýriskvinna í almannamálum: ?Er ella verður nøkur ítøkilig ætlan/virkisskrá løgd fyri demensøkið??
Sigmund Poulsen, løgfrøðingur: ?Hvørjar lógir eru galdandi á økinum fyri fólk við minnissvinni (demens)?.
Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur/demenssamskipari frá Heimavitjanartænastuni hjá Tórshavnar kommunu: ?Hví skulu vit hava eina dagførda verjulóg??
Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum: ?Verður arbeitt ítøkiligt við lógarsmíði innan eldra- og demensøkið??
Tey, ið sita við borðið, hava fyrst eina framløgu á 5. min. Síðan er orðið frítt, og fundirfólkið kann seta spurningar.
Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, er fundarstjóri.