Í sambandi við at 30 ár eru síðani virkið KJ Hydraulik varð sett á stovn, hevur Lillian í Lambanum skrivað minnisrit um virkið og stovnaran Kára Johannesen.
Minnisritið, ið hevur heitið "Hugur og hegni", er skipað í tíðarrøð, har fyrri parturin er ein lýsing av lívinum hjá Kára Johannesen, sum doyði bert 52 ára gamal.
Seinni parturin av bókini lýsir virkið KJ Hydraulik, sum í fleiri mátar var lívsverkið hjá Kára Johannesen.
Bókin verður løgd fram í dag klokkan 14 í niðaru lon hjá KJ Hydraulik á Kambsdali










