Minnismerki verður avdúkað seinnapartin

Hátíðarhaldið í sambandi við 150 ára dagin hjá Norðdepli heldur fram ídag

Síðani hósdagin hava tey í Norðdepli og í fagrastu líkindum hátíðarhildið, at tað nú eru 150 ár liðin, síðani tað fyrstu ferð reyk hjá fyrstu niðursetufólkunum.

 

Í dag er sjálvur føðingardagurin. Tað eru 150 ár síðani, at Marin og Poul Sivert Sivertsen settu búgv á Oyrini, sum tað hevur verið nevnt ella í Norðdepli, sum bygdin eitur.

Klokkan tvey verður fólkafundur á plássinum mitt í bygdini, sum er skipað og gjørt av nýggjum. Lokalt kór, sum hevur vant upp undir hátíðarhaldið, fer at syngja, røða verður, og so verður minnissteinurin avdúkaður. Á aðrari síðuni er mynd av fyrstu niðursetufólkunum, og á hinari síðuni er mynd av húsunum, sum tey reistu, og sum framvegis eru í brúki.