Minnisløta fyri gamla Sloan í Ebenezer

(Ljóðsamrøða) Hoyr Øssur Berghamar greiða frá um William Gibson Sloan, sum doyði 4. september í 1914

Hóskvøldið klokkan 20 verður ein minningarløta í Ebenezer í Havn í samband við, at 100 ár eru liðin, síðani trúboðarin William Gibson Sloan, millum manna nevndur "Gamli Sloan", doyði.

 

Eitt sanghefti er prentað til hetta høvi, og har eru teir sangirnir í, sum William G. Sloan yrkti og teir donsku sangirnir, sum hann varð kendur fyri at syngja: “Sig mig den gamle sandhed” og  “Hvilken ven i har i Jesus”.

 

Sloan dugdi væl at syngja og var eisini musikalskur. Hann spældi fleiri ljóðføri, m.a. fiól og mandolin.

 

Endamálið við minniskvøldinum er at  “tekna” ein mynd av hesum merkismanni, sum frá ungum  kendi eitt kall at tæna Gudi sum trúboðari, og sum  í 1865 tók avgerðina um at koma til Føroyar sum trúboðari.

 

Eitt sindur verður sagt um hansara bakgrund, uppvøkstur, umvending og um tíðina, tá ið hann var í tænastu í Hetlandi, og har kom í samband við føroyskar fiskimenn og á tann hátt fekk áhuga fyri Føroyum

 

Lisið verður úr dagbókum hansara, og hugleitt verður um, hvussu tað var hjá honum at koma higar – hann  dugdi jú hvørki danskt ella føroyskt. Hann var  barnavinur og hann sang fyri børnunum, legði hondina á høvdið á teimum og segði: Tro på Jesus.

 

Hann giftist við Elspu í Geil, og nakað verður eisini sagt um Geilafólki ‘ni, sum hoyrdu til tey mentaðu fólkini í Havnini tá.

 

Hann ferðaðist nógv, sjálv um umstøðurnar at ferðast ikki vóru góðar. Hann vitjaði í Norðoyggjum – eisini á Viðareiði. Hann vitjaði í Hesti, í Koltri og í Vágunum. Hann var eisini í Suðuroy.

 

Nógvar gamlar og forvitnisligar myndir verða vístar í sambandi framløgurnar, og ein litil framsýning verður, har onkrar av dagbókum hansara verða at síggja og  leðurskrínið, sum hann hevði sínar ognarlutir í, tá ið hann kom til Føroyar.

 

Hann bygdi fyrsta salin, sum varð kallaður Sloans salur niðri á Tinghúsvegnum og hann upplivdi eisini, at fyrsti “Ebenezer” salurin varð bygdur – uttanfyri býin.

 

Hann andaðist 4. September 1914 – 76 ára gamal.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Øssur Berghamar greiða frá gamla Sloan.