Minnisløta fyri John Reid Bjartalíð

Í kvøldið, 7. september kl. 19.30 verður skipað fyri minninsløtu á KÍ-loftinum, har Árni Dahl, rithøvundur hugleiðir um John Reid Bjartalíð, sum var føddur 25. august 1916.

 

John Reid Bjartalíð var sonur Onnu Katrinu fødd Lamhauge úr Lamba og Sámal Júst Joensen, seinni Bjartalíð, sum er ættaður úr Innistovu í býlinginum Vági. Hann andaðist í 1993. Árni Dahl, rithøvundur av bókarøðini, Bóltspøl millum Kjøl og Klakk, skrivar soleiðis um John Reid Bjartalíð:

 

»John Reid Bjartalíð var lívið og sálin í felagnum (KÍ) í drúgt áramál. Tað er einki at taka seg aftur í, at hann er tann persónur, sum í mestan mun hevur myndað Klaksvíkar Ítróttarfelag. Hann varð valdur í nevndina longu í 1937 og gjørdist fastur formaður frá 1948, til hann ikki tók við afturvali í 1972 (hann var tó vanligur nevndarlimur 1970-1971).«

 

Minningarløtan er almenn og verður sum sagt á KÍ-loftinum í KÍ-høllini kl. 19.30.