Í gjár varð hildin væl eydnað minniskonsert fyri Dianu prinsessu av Stórabretlandi Í gjár hevði Diana prinsessa fylt 46 ár, og dagurin varð hátíðarhildin á nýggja Webmley Stadium í London. Heili 63.000 áhoyrarar vóru uppmøttir til tiltakið, sum dagin langan varð hildin við sangi og sjónvarpsinnsløgum um Dianu. Nógvir kendir sangarar vóru at finna á pallinum, eitt nú Elton John, Lily Allen, Duran Duran, Fergie, Kanye West, Take That, Rod Stewart og Status Quo. Eisini var Natasha Bedingfield á palli, sum seinni í hesum mánaðinum fer at framføra á G! Festivalinum á Gøtusandi.