Minnir hetta ikki um sokallaðan “blackmail” ella prostitutión?

Tjóðveldi boðar frá, at tey fara til Danmarkar at halda uppboðssølu. Selt verður til tann sum bjóðar mest, líkamikið um boðið kemur frá høgru ella vinstru

At ein føroyskur politiskur flokkur fer til Keypmannahavnar og roynir at selja seg sjálvan, er í sjálvum sær undrunarvert – eftir mínum tykki eisini ómoralskt. Men avgerðin er teirra.

 

Men tá Tjóðveldi uttan um Føroya Løgting fer til Keypmannahavnar og heldur uppboðssølu yvir politisk rættindi sum bert tilkemur einum greiðum meiriluta av Føroya fólki, so loyva vit okkum at rópa varskó.

 

Tað er forkastiligt at ein flokkur vanvirðir fyrst Føroya Løgting og harafturat føroyska fólkaviljan. Hetta er eitt framhald av at draga avgerðir og mál niður á danska fólkatingið, sum hoyra heima á Føroya Løgtingi og hjá Føroya fólki.

 

Føroya Løgting avgerð til eina og hvørja tíð, og ger reglur fyri, hvussu farast skal fram landanna millum. Og tað er Føroya Landsstýri, sum skal útinna hesar avgerðir eftir teimum ásettu reglunum.

 

Hetta er als ikki eitt mál, sum Tjóðveldi av sínum eintingum kann taka við sær til Keypmannahavnar og bjóða til sølu til høgru og vinstru á Christiansborg.

 

Er eingin sum helst sjálvkritikkur skaptur í Tjóðveldinum? Tað undrar, at nakar kann finna uppá at siga sovorðið alment.

 

Tekur ein meiriluti av Løgtinginum avgerð um at loysa frá Danmark, og standa føroyingar aftanfyri hesa avgerð, so fáa vit loysing. Hetta hava skiftandi danskar stjórnir sagt og endurtikið eitt langt áramál.

 

Fyri stuttari tíð síðan var Høgni Hoydal í orðaskifti við danska statsministaran og kravdi loysing. Eina ferð enn fekk hann at vita, at um føroyingar ynskja loysing, so fáa vit loysing.

 

Statsministarin vísir á, at Høgni Hoydal minti hann um ein mann sum var við at bróta seg inn gjøgnum eina hurð sum stóð víðopin. Betur kann tað neyvan sigast.

 

Vit í Sambandsflokkinum fara á fólkating at røkja ta grundleggjandi uppgávu, at ansa eftir at øll mál, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, fáa eina viðgerð sum tænir føroyskum áhugamálum best. Og hetta verður gjørt í positivum samstarvi við Venstre og restina av fólkatinginum.

 

Vit fara ikki at royna at “blackmaila” danskar flokkar og slettis ikki at selja okkara kropp til hægstbjóðandi danir. Okkara kroppur er føroyskur og hoyrir føroyingum til. Og vit kundu ikki droymt um at boðið avgerðir og rættindi til sølu í Keypmannahavn, sum er ein “suveren” ogn hjá einum meiriluta av Føroya fólki.