Sjá sólin nú í eystri roðar sæl,
og veturin í stillum bráðnar burtur.
Nú vakna ljóð av fuglum. Smáar urtir
í búnum brósti. Myndin spretta skal.
Og dreymurin var altíð tann, sum var
so guddómlig ein mynd av dygdar sjónum.
Sum altíð kundu líta móti vónum
og lívið livað spurdi ei um svar.
Nú búnast allar myndir sum tú sást.
Um enn tær tókti eygu grótu frost,
so stendur alt í ljósum blóma eftir.
Eg komi við eitt brá av tíni tíð.
Tú farin er, men eydnan er tær blíð.
Og fagrast eru firvalda palettir.