Minnini hjá Jákupi eru ikki góð

Nýggi EB/Streyma venjarin hevur møguleika á heimavølli seinnapartin at vinna fyrsta stigið

Seinnapartin fer Jákup Martin Joensen fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina fyri EB/Streymi á heimavøllinum í Hólmanum á Eiði.

-Eg var væl nøgdur við bæði hugburð og avrik í Runavík, men vit vóru minni nøgdir við úrslitið, tí vit taptu 1-0. Í dag er avbjóðingin at vinna stig ímóti B36, sum eg havi stóra virðing fyri. Takið er at skjóta mál. Tað megnaðu vit ikki ímóti NSÍ, og tað ætla vit at gera ídag, sigur Jákup Martin Joensen.

Umframt langtíðarskaddu Andras Olsen, Leif Niclasen og Arnar Dam er tað ivasamt, um Niklas Kruse er førur fyri at spæla. Hann er leigaður í HB og var ímóti NSÍ alla tíðina í framrættaðum plássi.

 

Í fyrsta umfari í fjør var B36 á Eiði. Tá vóru gestirnir leikliga omaná, men heimaliðið vann 3-2.

-Tað er altíð tungt hjá okkum á útivølli ímóti EB/Streymi, sum í venjingardystunum vísti seg at hava gott tak á verjuspælinum. Jákup Martin Joensen hevur verið venjari her í B36, og hann dugir væl at fáa verjuspælið at rigga, sigur Jákup á Borg.

Hann ivast ikki í, at hansara menn fara at skjóta mál ídag:

-Í tað mesta av tveimum árum eru vit ongantíð farnir av vøllinum uttan at hava skorað. Ímóti Skála stóð verjan stinn í seinna hálvleiki, tá ið vit ikki megnaðu at varaðveita høgu leikferðina.

Hví gjørdu tit ikki tað?

-Fleiri av spælarunum – eitt nú Erling Dávason, Jónas Ꝥór Næs og Lukasz Cieslewicz – spældu lítið og einki í fjør. Tað tekur tíð at koma í rætta lagið aftur. Hesir eru lyklaspælarar hjá okkum, og tað verða teir ikki minni í dystarvenjing, sigur B36 venjarin.

 

B36 skaðalistin er framvegis langur. Lukasz Cieslewicz hevur í vikuni verið skaðadarvaður. Tað er óvist, um hann verður førur fyri at spæla ídag. Tað kemur væl við, at Alex Mellemgaard eftir leikbann er tøkur aftur.