Nú er tað nakað síðani, at tað var greitt, at tað hjá steypavinnarunum í Víkingi endar við bronsukrónum í landskappingini. Í heyst hevur tað fyri tað mesta gingið væl. At víkingarnir ikki eru nærri høvuðsstaðarfeløgunum, sum framvegis kappast um gull og silvur, kemst av nógvu javnleikunum fyrr í ár.
Ein av teimum var 17. apríl, tá ið tað endaði 1-1 á Skála.
Tað er greitt, at Sigfríður Clementsen eisini næsta ár fer at standa við endan í Sarpugerði. Víkingarnir hava ikki fjalt, at teir halda seg eiga potentiali at kappast við tey bestu, og við næsta kappingarári í huga hevur tað stóran týdning, at endaspurturin í ár verður góður.
Venjingarnar í Sarpugerði seinastu tvær vikurnar hava verið øðrvísi, enn tær plaga at vera, skilt á tann hátt, at Bárður Hansen, Atli Gregersen, Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus og Sølvi Vatnhamar hava verið burturstaddir í landsliðsørindum.
Hjá Víkingi eru Hans Jørgen Djurhuus skaddur.
Tað er greitt, at Skála næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Tað er eisini greitt, at Pauli Poulsen eisini næsta kappingarár verður venjari á Skála. Fleiri ungir spælarar hava seinastu vikurnar fingið møguleikan á besta liðnum. Ofta hevur tað víst seg, at lyklaspælarar á liðum, sum eru flutt niður, flyta til feløg í bestu deildini. Enn hevur einki verið at frætta um, at nakar spælari mynstar av Skála liðnum.
Ímóti B68 var MB málverjin Predrag Markovic í Skála málinum, tí Suni Ernstsson var burturstaddur. Suni er aftur á Skála, og hann verður í málinum ímóti Víkingi.
Pætur Dam Jacobsen og Ahmed Keita eru ivsamir, og Jákup Jacobsen og Høgni Midjord eru skaddir.










