Minningarorð um vinkonuna Tina S. Guttormsdóttir - 25.04.1967 - 02.05.2014

Tina góða, óskiljandi, at eg skal skriva minningarorð um teg, nú tú ert farin, bert 47 ára gomul. Tíbetur have eg nógv góð minni um teg. Sjálvan flaggdagin vart tú fødd. Hesum vart tú stolt av, tú vart góð við títt land.
Vit hava verið vinkonur síðan vit fóru í 1. flokk sam­an. Tú vart so pen, minti mest um eina lítla dukku við tínum langa hári. Tá tú komst gangandi, hugdu fólk eina­ferð eyka at tær.  Tú vart trúføst og altíð klár at hjálpa.
Í 10 ár vóru vit grannar í Virring í Danmark. Tað var ikki ein einasti dagur, vit ikki vóru saman. Tú vart ein partur av mínari familju, og nógvar góðar løtur høvdu vit eisini í summarhúsi.
Ofta vart tú góð í ráðum og at vera barnagenta hjá børnunum. Míni børn elsk­aðu teg. Tú ert gumma at mín­um gentum, og tær for­gudaðu sína gummu.
Títt flotta langa hár, sum genturnar elskaðu at greiða og gera við.
Tú elskaði børn og  at vera saman við børnunum. Tú vart sera kreativ, kundi sita í tímar og klippa, mála og tekna saman við børnunum. Tá dóttirin varð konfirmerað, setti tú hennara hár og pynt­aði borðini. Tað var so flott. Tú dugdi  sera væl at mála málningar, og eg eri so glað fyri málningarnar, tú hevur málað. Eisini vart tú so ófør at yrkja sangir.
Tú vart  skilagóð, stuttlig og pen. Tú legði ikki nakað í status. Tú kundi vera saman við øllum og setti ongan eftir. Ja, ein djóravinur eisini, minnist hvussu stuttligt vit høvdu tað sum børn, tá vit spældu við tínar kettur í Eiriksgøtu. Sást tú eitt djór, sum ikki hevði tað gott, tók tú tað til tín.
Tá  eg við familju fluttu til Føroyar aftur, vart tú kedd. Men vit tosaðu ofta saman, og tú fekst eisini vinir í Århus. Tú vart løtt at koma í samband við, og eg veit, at vinirnir tú síðani fekk,  vóru góðir við teg. Vit vóru eisini vælkomin at búgva hjá tær, tá vit komu til Danmarkar. Ta einu ferðina búðu mamma og eg hjá tær, tað vóru stuttligar og hugnaligar løtur. Tú borð­reiddi við nógvum góðum mati.
Hóast tú til tíðir føldi ein­semi og at lívið ikki altíð var við tær, so gramdi tú teg ongan­tíð, men royndi at til­laga teg um­støð­urnar, tú vart í. Ongan­tíð hoyrdi eg teg siga eitt ilt orð um nakran, hin­vegin sást tú altíð tað góða í menniskjanum. Vit sakna teg, men nú ert tú komin til ein betri stað, har øll eru góð við teg, og til Hann, sum tú trúði uppá.
 Hvíl í friði. góða Tina.
Fagra blóma tú sum prýðir
fjallatindar berg og skørð,
bø og ong og grønar líðir,
hvat er fagrari á jørð ?
Eina blómu tó eg kenni,
fagrast hon av øllum er,
sjálvt ei rósan líkist henni,
tað er hon eg valdi mær.

-----
vinkonan Ina