Eg kom tá at búgva hjá Arnold og Annu í einar 14 dagar. Síðan tá hava vit kenst sera væl, og eitt vinarband var knýtt, sum hevur hildið á. Tey búðu tá uppi á loftinum hjá foreldrum Onnu. Pápi Annu var hin kendi handilsmaðurin, Hans Joensen. Handilin var í kjallaranum, og tvær aðrar familjur búðu í húsinum, báðir beiggjarnir, Hans og Rudolf. Húsini eru, sum kunnugt burtur nú.
Hesi hús og henda familja, hava havt ein serligan týdning fyri okkara hús. Sum eg nevndi í minningarorðunum, tá ið Christian Restorff, svágur Arn-old doyði, so búðu foreldur míni her, tá ið tey vóru í Havn. So vit hava kenst ógvuliga væl, her hava verið sterk vinarbond gjøgnum eina langa tíð. Eisini í hina ættina var ein stak góður vinskapur. Pápi Arnold, Sofus Christiansen og pápi okkara vóru sera góðir vinir. Men tað skal aftur sigast her, at tað, sum hevur givið hesum vinskapi veruligan týdning, er tann andaligi felagsskapur, sum hevur verið í trúnni á Harran Jesus. Tey ævigu tingini, tey hava allan týdningin og ikki minst nú, góða Anna, nú tú, við so stutt í millum, misti fyrst Per og so Arnold. Her umskiftist alt, men vit kenna hann, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá. Hann vil bera teg ígjøgnum hesa sváru tíð, nú tú ert veik sjálv eisini, og Kurt heldur ikki er raskur. Harrin vil bera tykkum ígjøgnum alt, og tað vil hann gera við øll, sum seta álit sítt á hann.
Richard Danielsen