Bótolvsøkudag tann 17. juni komu deyðsboðini av Dánjali Nolsøe, ið andaðist á Frederiksberg sjúkrahúsinum 81 ára gamal. Tey, ið kendu hann, vistu at hann bar ringa sjúku, men bæriligur sum hann var, varð lítið tosað um sjúkur har hann var hjástaddur og minst av øllum um hansara egnu sjúku.
Dánjal var borin í heim á Marknoyri suðuri í Vági tan 13. februar 1916. Foreldrini vóru Johan Nolsøe, keypmaður og reiðari, og Laura Larsen úr Gjørðum í Prokeri. Hann var ikki tólv ára gamal, tá hann fór til Danmarkar at ganga í skúla. Studentspróv tók hann í Birkerød í 1934 og løgfrøðiprógv frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942, bestur av úti við hundrað .
Dánjal giftist við Annu Margrethu, vanliga nevnd Dude, dóttir Ragnhild og Mourits Mohr, skipara. Dude og Dánjal vóru altíð stak blíð at vitja í hugnaliga heimi teirra á Uraniavegi, har mong hava sitið væl gjøgnum árini.
Hóast neyvan dagur mundi vera í lívi Dánjals uttan at heimlandið var í hansara huga, kom allur arbeiðsdagur hansara at liggja uttanlands. Hann starvaðist sum dómari ymsar staðir í Danmark, eitt nú í Keypmannahavn og Viborg, til hann gjørdist høgt virdur dómari í Eystara landsrætti, har hann starvaðist til hann legði frá sær fyri aldur.
Dánjal var formaður fyri Føroyingafelagnum í Keypmannahavn í mong ár ta tíðina hetta felagið var evsti miðdepil hjá teimum nógvu føroyingunum, ið búðu í høvuðsstaðnum og har um leiðir. Tá var einki Føroyahús ella stuðul úr Føroyum í aðrar mátar, so trupult mundi mangan vera at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga, men tað hugsaðu vit, ið tá vóru ung, lítið um tá Dánjal beyð vælkomið við einari stuttligari søgu, oftast úr sunnaru helvt av Suðuroynni.
Størsta avrik Dánjals til frama fyri føroysk áhugamál er óivað hansara nærum fjørtui ára starvsemi á havrættarøkinum, har hann millum annað umboðaði Føroyar í donsku sendinevndunum til tær ymisku havrættarstevnu Sameindu Tjóða, ið hildnar vórðu við millumbilum frá miðskeiðis í fimtiárunum inntil 1982, tá galdandi havrættarsáttmálin varð samtyktur.
Dánjal var landsstýrinum hollur havrættarráðgevi - í nógv ár við síðuna av dómarastarvinum - og nú í meira enn tíggju ár eftir at hann hevði lagt frá sær sum dómari fyri aldur. Íðin, nærlagdur, vitandi og gløggur bardist hann til tað seinasta fyri føroyskum sjónarmiðum og áhugamálum, bæði tá ið ríkisins støða í havrættarmálum var til umrøðu og í samráðingum við fremmand lond um fiski- og landgrunsmark.
Hansara eldhugi og tann førningur av vitan sum fer í grøvina við honum, verða sárliga saknað, hóast uggi er í, at nakað liggur eftir hann skrivliga.
Ans fyri máli hevði Dánjal sum fáur. Hann var kønur í fornmálinum og nútímans málum.
Serligan tokka hevði hann til kvæðini og tá serstakliga tey, ið vóru so langt burtur frá at kunna nevnast fótatraðk sum møguligt. Shakepeare og aðrir kendir enskir høvundar stóðu eisini hansara hjarta nær. Sjálvur yrkti Dánjal, men vandin sum hann var kom lítið alment fram frá hansara hond.
Ein sangur, ið varð nógv sungin í sekstiárunum, er »Við Oyrasund« um bygdarmannin Jaspur í Jenisartrøð, ið biðin av Sunnuvu dóttrini flytir til Danmarkar at búgva á ellisárum. Tann sorgblíða lýsingin av Jaspuri, »- En fúnaður bátur á Oyrasundsmøl við eyðkendum sniði frá stavni í kjøl«, ið droymir um útróðrar- og bakkadagar saman við vinmonnunum, og tann blíðligt- speisama av dóttrini og Holgeri dótturmanninum, ið tá samanum kemur ikki hava stundir og umstøður at taka sær av tí gamla, ið endar sínar dagar á ellisheimi í Charlottenlund, siga nógv um vinsæla menniskjakunnleika Dánjals.
Hóskandi man vera at enda hesi fáu orð um edilingin Dánjal Nolsøe av Marknoyri við hesum báðum ørindunum úr einari av teimum nýggjaru vísunum hjá honum, ið greiðari enn nógv orð lýsa hansara djúpa og ektaða kærleika til heimlandið og heimbygdina:
O mítt mál,
sum rúmar tað sum finnst í míni sál,
farnar røddir og tey kæru gomlu spor,
tagna ei,
men fjálga enn sum fyrr og alla stund
tær brøttu líðir og ta grønu, grønu grund.
O ein sjón,
ein barnasjón, sum rakk um mína verð:
fjallarøðin og hitt bratta Beinisvørð.
Dreymamynd
av vetrarløgdum skipum eftir vág,
sum ein fuglaflokkur fram við Tormans á.
Vinir