Minningarorð um vinmannin Inga Mohr

Sìðani komu boðini, at Ingi ikki var her millum okkum longur. Hettar hendi aftaná, at hann var vorðin so álvarsliga sjúkur. Vit hava báðir kent hvønn annan, síðani vit slitu okkara barndómsskógvar her á havnargøtum.

Ingi var tann, ið tordi alt og segði alt uttan at leggja fingrarnar ímillum! Hann hevði ein harðan tóna í almenna politiska kjakinum. Óansæð harða tónan, var hann samstundis eitt elskandi menniskja. Ingi elskaði familju sína, tónleik, og ikki minst var Ingi djóravinur. Stutt sagt elskaði Ingi alt tað vakra í lívinum. Hann var við øðrum orðum harður, bleytur og klókur samstundis, og dugdi hann so sera væl at balansera millum hesar ymsu persónligheitirnar í øllum lívsins viðurskiftum.


Um tú hevði ein trupulleika av einum ella øðrum slagi, og fortaldi Inga hettar, kundi hann virka at standa í øðrum hugaheimi og koma við einari viðmerking um, at nú hevði hann tømt súrhoyggjabrunnin, ella júst var vorðin liðugur at sláa trøðna. Man fekk varhugan av, at tað sagda slettis ikki var sivað inn, tá ið hann kom við slíkum viðmerkingum. Men Ingi lurtaði altíð! Tveir dagar seinni ringdi hann og kom við loysnini á trupulleikunum. Ingi koplaði altíð heilan til og tonkti seg væl um, áðrenn hann valdi síni orð. Soleiðis var Ingi!


Tá ið vit báðir vóru yngri, skikkaðu vit okkum ikki altíð sum Guðs bestu børn. Vit høvdu tað stuttligt og spennandi – kanska stuttligari enn vit burdu. Ingi kom so seinni til ta niðurstøðu, at hesin hátturin at føra lívið mátti halda uppat. Hann ásannaði, at lívið hevði onnur, ríkari og betri virðir. Síðani hettar val,

skikkaði Ingi sær so frætt, sum nú einaferð til bar.


Tá ið Ingi náddi hesa niðurstøðu, tók eg í fyrstu syfti eitt sindur av frástøðu frá honum. Eg helt, at hann var vorðin keðiligur! Men enn einaferð hevði Ingi rætt og hjálpti mær við at geva mær sjálvum ta bestu gávuna. Hann vísti mær, at eitt lív uttan rúsdrekka kundi lata seg gera, og eg fór somu leið sum hann og fekk tað fantastiska lív, ið eg havi í dag.


Ikki var eg tann einasti, ið Ingi fekk at velja hansara lívsleið. Ingi fekk so mong onnur eisini at ganga somu leið sum hann. Hann opnaði eyguni fyri teimum “blindu” og vísti teimum tað vakra, ið lívið hevur at bjóða uppá.


Hesa síðstu tíðina var eg og vitjaði Inga nakrar ferðir, nú hann var vorðin so álvarsliga sjúkur. Tað píndi meg at síggja ein so sterkan og fantastiskan vinmann støðugt gerast veikari fyri hvørja ferð, eg vitjaði hann, hevði eg ilt við at skilja, hvat Ingi segði. Hann var minkaður burtur í einki av hesi álvarsliga ljótu sjúku. Hettar fekk meg at hugsa við mær sjálvum, at hettar allarhelst var seinastu ferð, at eg sá Inga. Og so gekk sjón fyri søgn...


Sunnudagin varð eg uppringdur av einum vinmanni, ið fortaldi mær sorgarboðini.


Tankarnir hjá mær um, at Ingi og eg ongantíð aftur skulu sita saman, fortelja hvørjum øðrum stuttligar søgur, flenna, lurta eftir góðum tónleiki, og hoyra hansara fantastisku tónleikaevni førd út í lívið, tá ið hann boksaði við klaverinum í stovuni, virka mær ófatiliga fjarðir.


Men ein partur av lívinum er at doyggja, men sum eg segði við Inga, er hann alt ov livandi til at doyggja. Í mínari verð er Ingi ikki egnaður at vera deyður.


Eg havi bert góð minnir um Inga, og tankarnir fara til tín Anna, sum hevur verið ein fantastiska góð kona og til tykkum øll børn sum abbabørn, øll tykkum, sum Ingi elskaði yvir alt á jørð.


Hvíl í friði!

Vinmaður tín

Rasmus