Minningarorð um vermóður mína Guðný Pálsdóttur, Akureyri.

f. 24/7-1924 d. 23/2-2007

Omman á Akureyri er farin. Hetta vóru tungu boðini, vit máttu bera hvørjum øðrum henda frostkalda dagin í februar í ár. Ikki tí at hetta kom heilt óvæntað, omman var jú ikki ung longur, hon hevði verið sjúk í eina tíð, og nú var hon mett av døgum.

Sum annar av útlendsku versonum hennara, havi eg, saman við nógvum øðrum, nógv gott at takka Gullý fyri. Allarfyrst at hon vildi lata mær aðra dóttur sína í varðveitslu, um eg kann orða tað so. Eg ikki bara gifti meg við dóttur hennara, men eg tók hana eisini við mær út í onnur lond. Eg veit, at hetta var eitt stórt stig, men hetta var eisini ein stór dóttir, sum eg var, og eri góður við. Hóast vit øll hesi árini ikki bara búðu í hvør sínum býi, men eisini í hvør sínum landi, so má eg siga, at tann kærleiki og tað trúfesti sum Gullý - og eisini Þóroddur, sjálvandi – vístu okkara lítlu familju í útlandinum, er so hugtakandi, at tað ber næstan ikki til at greiða frá tí. Vit vistu altíð, hvar tey vóru, vit vistu altíð hvagar vit kundu leita, høvdu vit tað fyri neyðini. Og vit fingu altíð svar upp á spurningarnar. Tað besta dømið um hetta stórsligna trúfesti eru bunkarnir av brøvum, sum vit í dag eiga frá ommuni og abbanum á Akureyri. Tað eru ikki smávegis gullkorn, vit fingu sendandi hvørja viku yvir eitt 20-áraskeið undan sms- og telduposttíðini. Søgur og orð sum fara at gera okkum rík í allar ævir. Her funnu nógvir fuglar dagsins teirra rætta flog.

Umframt at vera nógv saman við Gullý og Þóroddi um sumrarnar annaðhvørt á Akureyri, á ferð í Íslandi, ella her í Føroyum, so hevði eg eisini ta gleði at vera granni teirra uppi á Norðurlandinum tvey ár í áttatiárunum. Tvey ógloymandi ár. Tá vóru tey bæði eldru børn okkara smá, og tað var ikki smávegis av kærleika, sum omman og abbin á Akureyri tá góvu okkum øllum. Hesi árini eru væl goymd í minni mínum. Tað sama má sigast um tey bæði árini í nítiárunum, tá ið vit so harðliga høvdu brúk fyri hjálp og stuðli. Tá var Gullý okkum ein ótrúlig hjálp í heiminum í Havnini, eina hjálp sum eg seint verði liðugur at takka fyri.

Góða Gullý. Takk fyri góð minni - og takk fyri alt tað tú gavst mær.


Martin Næs