Minningarorð um Tinu Brattaberg

Tung vórðu boðini vit fingu í mei, at Tina varð farin so brádliga.

Eg vil við hesum fáu orðum takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg og alla familjuna. Takk fyri títt blíða og milda lyndi og tín smittandi látur. Takk fyri allar tær løtur vit fingu saman við tær. Takk fyri øll tey pløgg, ið tú hevur virkað til okkum og okkara børn, og ikki minst dukkurnar hjá mær. Alt so sera væl úr hondum greitt. Takk fyri tínar so vælsmakkandi smákakur, ið vórðu sum lítil listarverk.

Vit harmast øll um, at tú ikki verður við til brúðleypið leygardagin, tá sonur tín Arni veður vígdur síni Rakul, ið tú var so stolt av. Eisini harmast vit um, at tú ikki skuldi verða við, tá tey bæði lótu Torgið upp, hetta hevði tú glett teg til so leingi.

Altíð rósti tú synum tínum Eyðun, Arna og Kára og manni tínum Bjarna.

Eg veit teir saknað teg nakað so nógv. Vit hava djúpa samkenslu við teimum.

Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um Tinu.

 

Barbara