Minningarorð um okkara høgt elskaðu ommu

Noru Beder Johannesen. "Tann vakrasta tøkkin fyri Guds gávur er at geva tær víðari."

Tað er ikki lætt at finna orð fyri alt tað sum omma hevur verið fyri okkum systkin. Men orðini omanfyri vísa hvussu omma var - gávumild og gevandi alt lívið. Líkamikið hvat tað var, so var tað trygt og gott at koma til ommu. Vit kenna einki menniskja so gevandi sum hana.


Tað vóru tung boð at fáa fyri nøkrum mánaðum síðani, at omma var farin á sjúkrahúsið við blóðproppi á heilanum. Vit minnist tann leygardagin, sum um alt stóð stilt eina løtu og vit vóru so bangin fyri, at vit fóru at missa hana. Tó hjálpti tað eitt sindur, tá vit dagin eftir fingu at vita, at hon var vakin og royndi at tosa. Vit hugsaðu at tað mátti vera ræðuligt hjá henni ikki at kunna tosa, tí hon var eitt menniskja, sum man altíð hoyrdi. Hon tosaði bæði nógv og hart, og tá man var saman við henni, fylti hon fyri fleiri onnur.

Hon var altíd glað og hon elskaði síni ommubørn og langommubørn yvir alt á jørð. Vit kunnu ikki ímynda okkum eina betri ommu og langommu. Tað er ikki nemt at halda tárunum aftur, meðan vit skriva hetta, tí vit sakna hana. Men tað er ein stór troyst at vita, at hon hevur tað gott nú millum síni kæru. Henni longdist heim eftir abba, eftir sínum foreldrum, sínum systkjum og øllum teimum mongu trúføstu vinum, sum fóru undan henni, og sum hon var so góð við.


Omma var altíð sterk og kom seg eisini væl eftir blóðproppin, hóast hennara tala og skil aldrin gjørdist tað sama aftur, men hon royndi alla tíðina. Men tað var longu, tá hon gjørdist sjúk, at vit mistu eitt sindur av henni og tað er sagt í allar bestu meining, at hennara sjúka gjørdi tað nemmari fyri okkum at góðtaka tað, at hon doyði nakrar mánaðar seinni. Hon viknaði nógv, og vit sóu eftir nakrar vikur, at hon ongantíð fór at gerast tann sama aftur, hóast vit vónaðu tað besta.


Omma var á ellisheiminum í Vágum tann síðsta mánaðan av lívi sínum, har hon treivst væl og hevði tey nærmastu rundan um seg hvønn einasta dag. Tað var nakað hon var glað og takksom fyri. Tey nærmastu vóru hjá henni líka til hennara síðsta andadrátt.


Omma var altíð ein trúgvandi kona og tað var nemt at síggja í tí menniskja hon var. Hon fylti so nógv og tað verður so nógvur saknur í ikki at kunna fara inn til hana, tí hon var altíð heima og bíðadi til onkur av børnunum ella ommubørnunum kom inn at vitja um dagarnar. Altíð var drekka klárt og okkurt gott afturvið, meðan hon sat í sofuni ella stólinum og bant okkum sokkar.


Tað er tómt hjá tær Bjarki, og tað tekur sína tíð at koma yvir sorgina, men tann tíðin ger okkum eisini sterkari, hóast tað til tíðir er svárt. Men vit hava so nógv góð minnir í hjartanum, sum eingin kann taka frá okkum. Tey minnini eru verd at hava í huga.

Góða omma, vit sakna og elska teg so nógv. Takk fyri at tú elskaði lítlu Alisu so nógv.

Friður verið við minninum um kæru omma okkara. Takk fyri alt.


Lennard, Nora, Vivi, Sunneva, Jórun og lítla Alisa