Eg veit ikki, hvønn rætt eg havi til tess, men orðini blíva við at troðka seg framat, og eg hevði stóra virðing fyri Mass Inga og hansara hugsjónum, sum hann dugdi væl at fremja í verki.
Mass Ingi var ein av okkum, ein rættur tjóðveldismaður. Ein maður sum legði stóran dent á at liva av tí, sum náttúran gav, at dyrka jørðina og sum gartnari hevur hann prítt mangan urtagarð runt um landið. At hava sum lívsstarv at planta eitt fræð og síggja tað vaksa og spretta sum blómu, ið gleðir øll, tað er vakurt.
Mass Ingi spældi tónleik til almenn tiltøk og brúkti manga løtu einsamallur í stovuni við sínum bassgittara. Bassurin, sum er ímyndin av pulsinum og av hjartasláttrinum. Nú er hann tagnaður.
Mass Ingi var maðurin, sum dyrkaði kinakál í Nólsoy og seldi tey í handlunum har og í Miklagarði. Kostnaðurin var hin sami, sum fyri tey svímaðu kinakálini frá Gasa. Munurin var tann, at tey føroysku kinkálini smakkaðu av káli. Eg minnist at turkur var, meðan kálini vuksu, og man mátti spæra upp á vatnið. Mass Ingi dugdi at brúka av yvurflóðini hjá teimum sum oyðslaðu og samlaði hvønn vatndropa sum rann yvir at vatna síni kál við. Sovorðnum havi eg stóra virðing fyri. Mass Ingi var ein fryntligur og glaður persónur, altíð blíður, og hann treivst ikki við yvirflóð og skeytlutum.
Mass Ingi sigldi við báti sínum um Nólsoyarfjørð hvønn einasta dag, men ferðin inn til Havnar at skera gind upp hesa streymharðu septembernátt var hansara seinasta ferð. 176 hvalir doyðu í Sandágerði, og ein maður fekk ikki sín part, havið tók hann og saman við so mongun nólsoyingun fekk hann eina váta grøv.
Eg minnist serliga aftur á tann dagin, tá kistan við Anikku Gulklett bleiv borðin umborð á Rituna, tey bæði arbeiddu saman sum gartnarar; tá stó Mass Ingi og græt og spurdi meg tyngdur av sorg:
»HVÍ KUNDI SÓLIN IKKI SKÍNA BARA EIN DAG AFTURAT?«
Lat hesi fátøku orð verða til minnis um ein føroying, sum vísti okkum á, at vit saktans kunnu skapa okkum einar frælsar Føroyar um viljin er til tess.
14. septemberhald á Føroya Læraraskúla 2006.
Maud Wang Hansen










