Eg fari at royna við Guds hjálp at skriva nøkur minningarorð um teg, mín kæri mammubeiggi, sum heilt víst hoyrdi til tey stillu í landinum.
Takk at vit fingu loyvi at hava teg so leingi, hvat lærdi tú ikki nógv við tíni stillu og hóvligu medferð og altíð við tí góða orðinum, sum vit onnur kundu lært av.
Tað stendur í einum av okkara sangum »Syrgið ikki tey, ið sova undir flagi eina stund«. Vit syrgja jú altíð, tá vit missa ein kæran, sakni vil jú altíð vera har, men vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón eiga, tann livandi vónin um at vit skulu møta okkara kæru heima hjá Gudi tekur broddin av tí stóra sakni. Eg havi í mínum barndómi havt tvey støð at vaksa upp, suðri í Vági og á Eiði hjá ommu og abba. Mammubeiggjarnir vóru har eisini, Hans Jakku, Richard, Sigvard og Martin. Niclas Julian, systkinabarnið og eg høvdu tað so ómetaliga gott og fingu allan tann kærleika okkum nýttist.
Hans Jakku og Martin fóru til skips, Richard var heima, og Sigvard, sum var so nógv hjá okkum í suðri, fór út at sigla og doyði bert 26 ára gamal. Richard, 35 ár, doyði av sjúku. Tungt hjá teimum øllum at missa tveir synir í bestu árum, og fyri okkum øll. Men Gud sum øllum hjálpir, hann gloymdi heldur ikki okkum, hann sum lovaði at vera við sínum allar dagar, hann hevur verið trúfastur.
Hjá Martin mammubeiggja vóru ofta tungar løtur, fyrst fór konan Jóhanna Karlina, ikki so langa tíð eftir misti hann dóttrina Sigbjørg. Men Gud sum segði: Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, hann fer ikki frá okkum eina løtu.
Og nú í eina tíð hevur Martin mammubeiggi verið á »Korndalsbýlinum« har hann hevur verið glaður fyri at vera, so gott tey høvdu tað har. Síðan annan jóladag bleiv hann ússaligur, ymiskt sum dagarnir vóru, vit fóru so onkran túrin norð at vitja.
Nú vil eg ikki spyrja, kennir tú? setti meg bara við songina, tann dagin støðgaðu vit eina fitta løtu, eisini fór eg at vitja eina gamla konu, var eina fitta løtu hjá henni og tá eg so kom aftur segði mammubeiggi: nú hevur tú ferðast leingi í dag, hetta helt eg vera so vælsignað at hoyra, tí dagin fyri hevði hann verið so vánaligur, so hann kendi til tað síðsta øll.
Kæru tit øll, Rólant og Katrin og Hjallgrím við familjum, tit fáa øll tey kærastu ynskir.