Minningarorð um Martin Frederiksberg

Leygardagin 17. november 2007, frættust boðini um, at Martin Hilmar Frederiksberg av Strondum var farin heim til Harrin, 68 ára gamal.

Ikki kom tað óvænta, tá Martin síðstu fleiri mánaðirnar hevði barst við svára sjúku. Martin svav stillisliga inn í heiminum, saman við allari familjuni um seg.


Martin var strandingur og hevur alla ævi sína búleikast har. Hann var borin í heim í 1939 og vóru foreldur hansara Rasmus og Katrina og búðu tey við Sjógv á Strondum. Martin fann sær hjúnafelag uppi á Heyggi á Strondum, og giftist hann 1964 við Kirstin Poulinu Frederiksberg, fødd Høj.


Tey fingu 7 børn, harav 3 vóru deyðfødd. Børnini eru Rasmus, Lis, Tummas Jacob, og Kaj Otto.

Martin var lítillátin maður, og skuldi nakað sigast, so nýttist ikki at brúka nógv orð, um tað sum hann meinti; Minnst aftur á tá hann hevði vitnisburð í Kelduni, so var tað ikki altíð nógv orð, ið nýtt vóru, men tað sum sagt var, stóð fast eftir í minninum. Eina sterka trúgv á Honum sum øllum valdar - hana hevði Martin.


Martin var skipari, lastbilaeigari og útróðaramaður. Hann silgdi í mong ár, sum yvirmaður millum Leirvik og Klaksvík, við Ternuni. Nú seinnu árini silgdi hann sum skipari á fraktskipi. Honum dámdi frálíka væl at fara á flot, og átti hann góðan dekksbát, sum hann ofta var við, tá hann var heima millum túrar.


Í Kelduni í Skálafirði hevur Martin tænt trúfast saman við Kirstin, og altíð var uppgávan tikin í stórum álvara, tá fólk blivu boðin vælkomin við hurðina, ella tá eitthvør annað var á skránni.


Nú er fjørðurin runnin hjá Martini, og lívsæðrin slóknað, men bert her á foldum. Martin er farin heim til sín Skapara, at verða saman við honum í allar ævir. Hann visti hvat hann átti, hann visti hvar hann fór. Æra veri minni um Martin Frederiksberg.


-L-