Minningarorð um mammu

Jóna E. Andreasen, fødd 11.11.32 - deyð 16.09.05

Góða mamma, nú skjótt eitt ár er gingið síðani tú bleiv tikin heim til Harran, vil eg royna at seta nøkur orð saman um teg.
 
Mamma vaks upp á uppsølum í Klaksvík saman við sjey systkjum, hon var næstelst, og tey høvdu eitt trygt og gott heim, har øll kendu seg vælkomnan.
 
Mamma hevði ymisk arbeiði sum ung, men tá hon fekk børn, var hon heima hjá okkum systkjum til eg sum eri yngst fór í skúla.
 
Hon arbeiddi nógv á vaskarínum í Klaksvík. Men tey seinastu nógvu árini arbeiddi hon sum heimahjálp, og tað var eitt arbeiði, hon gekk ómetaliga høgt uppí, hon var sera góð við tey gomlu, sum hon var um, og tey við hana.
 
Í desember 2000 flutti eg saman við familju til Danmarkar í eitt ár. Ikki meira enn niðurkomin í januar 2001, komu boð um at mamma var blivin sjúk, tað var ógvuliga hørð tíð, tí eg føldi at vit fóru at missa hana beinanvegin, tá tað jú var hervilig sjúka.
 
Men tíbetur gekk tað ikki so. Í apríl komu hon og pápi niður á Ríkissjúkrahúsið, tí hon skuldi hava viðgerð, og tá tað tók tíð at bíða, høvdu vit tað gleði at vera saman við teimum í nakrar dagar.
Mamma bleiv søgd at vera frísk, og hon vísti seg at hava tað gott. Hon hevði altíð nógv meira umhugsan fyri teimum, sum hon hevði verið saman við niðri og høvdu somu sjúku sum hon. Tosaði altíð um hvussu tey mundu hava tað og ringdi til tey fyri at hoyra. Men ongantíð nakað um hvussu hon sjálv hevði tað.
 
Í juli 2004 høvdu mamma og pápi tað stóru gleði at kunna halda gullbrúdleyp saman við okkum børnunum, familjuni og nógvum vinum, og tað vóru tey sera glað fyri.
Men stutt eftir byrjaðu vit at merkja at tað gekk tann skeiva vegin, men altíð var hon sann sama; hon hevði tað gott, segði altíð tað fór at blíva betri ímorgin. Men góða mamma so gekk ikki, sjálvt um vit høvdu ynskt tað.
 
Tann 16. september andaðist hon á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og eg eri sera glað at eg kundi vera um teg tað síðstu tíðina.
Men eitt er vist, og tað er, at vit síggjast heima aftur hjá Jesusi, har er ongin sorg.
Eg vil enda hesi fáu orð við broti úr einum sangi, hon ofta sang:
 
Hvat eigi eg, sum ikki eg kann missa?
Alt her á jørð forferst og svinnur jú!
Øll gykla vón um frið skal slókna, bresta
Jerusalem, tó ævigt stendur tú.
 
Jerusalem skjótt tína dýrd eg síggja skal,
í ævir mettast har skal longsul mín,
Har eingin sorg og sjúka meir skal plága,
mær leingist heim Jerusalem til tín.
 
Hvíl í friði, góða mamma.
 
Maria