Minningarorð um Maluna Ólavsdóttir Olsen

Fødd 5. nov 1959 ? 2. mai 2012

Malan var næstyngst av teimum 6 børnunum hjá Ólavi og Elin Mariu Gregersen.
Hini eru Sæunn, Dagbjørt, Elin, Hallbera og Ólavur.
Malan byrjaði sum ung at arbeiða á Tøtingarvirkinum hjá pápanum og starvaðist har til 2002, og tók eisini útbúgving sum binditøkningur í Danmark.
Malan giftist við Henning Olsen úr Gøtugjógv í 1983. Sama ár varð Osmund føddur; í !986 varð Maria fødd, í 1988 Hávarð og 1989 Óttar.

Í 2002 fór Malan á Heilsuhjálparaskúla í Suðuroy at nema sær útbúgving og tá so Eldrasambýlið Gøtubrá lat upp í 2004 byrjaði hon at arbeiða har.
Vit eru fleiri, sum hava arbeitt saman síðan heimið opnaði í nov. 2004. At hava verið við til at mynda heimið síðan byrjan, hevur givið starvsfólki, búfólki og avvarðandi eina serliga kenslu av samanhaldi. Vit hava veruliga kent okkum sum eina stóra familju. Vit hava eisini ofta havt tað á orði.
Vit vóru eitt sindur kedd av at tað var so lítið lív runt um húsið, so uppskotini vóru nógv um at skapa lív og trivnað.
25 apríl 2009 byrjaðu vit at skipa fyri garðdegi saman við avvarðandi; eitt arbeiði, sum Malan gekk uppí við lív og sál.
Dunnuhús bleiv gjørt og onkur avvarðandi, sum ikki kundi vera við, átók sær uppgávuna at gera høsnarhús heima. Ein rúgva av trøum og runnum vórðu plantað.
Tað fyrsta dunnuparið flutti inn og fingu tey nøvnini Adam og Eva. Alt andaði av lívi og vøkstri og vit gleddust saman.
Men bert 4 mánaðir seinni komu ófrættaboð. Malan hevði fingið staðfest ringa sjúku.
Tað gjørdist ein kvøkkur og sorg fyri okkum øll, at hon skuldi verða tikin burtur úr.
Hon, sum var so nærløgd, og so sera røkin. Skápini blivu altíð so væl ruddað og arbeiðið gekk so lætt úr hennara hondum. Eisini legði hon altíð áherðslu á at umgangast tey gomlu við virðing og at hava hjartað við í tí hon gjørdi. Hon var eisini ein so sera góður eygleiðari.
Hjá okkum kundi hon eisini verða sera stuttlig og argandi at verða saman við. Hon hevði altíð sín kontanta bersøgna mátan at siga tingini uppá. Eitt annað, sum eisini myndaði hana er tað sum stendur í 1. Tim. 6.6: Saman við nøgdsemi er Guðsótti stórur vinningur.

Tað andaliga hevur altíð havt eitt náttúrligt pláss hjá okkum á Gøtubrá. Tí hava vit regluliga, tá vit hava havt andaktir saman, lagt hana fram fyri Guð í bøn í vónini um at Hann skuldi gera hana fríska.
Tað eru eisini trúgvin og Guðsálitið sum hava hildið Maluni uppi hesa sváru tíð, og sum tað stóð á sangheftinum til jarðarferðina: Eg eri uppreisnin og lívið, tann ið trýr á meg skal liva um hann so doyr….
Malan kom ongantíð aftur til ein regluligan arbeiðsdag á Gøtubrá. Men hon hevði onkra ávísa uppgávu, sum hon røkti heimanífrá við teldu, og hana røkti hon til ein mánað áðrenn hon doyði. Tað sigur alt um hennara ágrýtni og viljastyrki.
Tá vit høvdu felagstiltøk royndi Malan altíð at vera við. Garðdagin 2010 og 2011 var Malan eisini við. Tá sat hon inni og seymaði teppir saman av puntum, tey gomlu høvdu bundið.
Tá vit starvsfólkini skuldu savnast til jólaborðhald seinast bjóðaðu vit Maluni við, men tá takkaði hon nei, tí hon segði, at hon hevði ikki so nógva orku longur, og ta orku sum hon hevði, ynskti hon at brúka uppá sína familju. Tað virdu vit hana fyri. Tí vit, sum kendu Maluna, ivaðust onga løtu í hvat hon sá sum sína fremstu uppgávu í lívinum. Tað var at vera ein góð kona fyri Henning og ein góð mamma fyri síni børn.
At Henning og Malan vóru góð við sítt heim og at bæði vóru líka røkin sást aftur. Í fjør fingu tey fyrstu virðisløn fyri best røkta matrikkul í Eysturkommunu.
Síðsta leygardag var aftur garðdagur í Gøtubrá. Nú var ongin Malan; sama dag kom hon sín síðsta túr til Gøtu.
Vit bygdu ein varða at ogna minninum um Maluna og tíðina, vit sum starvsfólk, búfólk og avvarðandi hava havt saman. Runt um eru trø plantaði, sum eru ognaði búfólkunum, sum hava myndað heimið hesa tíðina.
Malan var í veruleikanum ein tíðandi varði og fyridømi um hvat tað er, sum byggir eitt gott heim og eitt sterkt samfelag upp. Varðin skal eisini minna okkum á, at vit áhaldandi skulu virka fyri at Gøtubrá verður eitt gott heim at búgva og virka í.
Í 1. Pæt. 5.7 stendur: Og kastið alla sorg tykkara á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. Hagar leggja vit eisini øll okkara ”hví” og øll hennara kæru í trúnni á hansara lyfti um: Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær. Heb. 13.5.
-----
Starvsfólkini á Gøtubrá