Minningarorð um mína høgt elskaðu ommu

Jóhannu Eysturtún

Tað var við tungum hjarta tá eg í 1990, sat og skrivaði minningarorð um mín elskaða abba, men tað følist ikki minni tungt nú, at skula skrivað minningarorð um teg elskaða omma.


Tað merktist eitt stórt tómrúm í tykkara heimið, tá abbi doyði, men tómrúmið følist størri nú, av tí at húsið stendur tómt, at eg ikki bara líka kann koma forbí og fáa eitt gott prát, og tann drekkamunnin, sum tú altíð vart klár at servera. Tað er ein løgin kensla, at tú ikki ert ímillum okkum longur.


Hvørja ferð vit komu til Havnar og parkeraðu í túninum hjá mammu og babba, var tað fyrsta genturnar søgdu: mamma, kom líka ein túr niðan til langommu, tær vistu sum var, at tú altíð tókst væl ímóti okkum, og so skjótt tær komu inn, bleiv sett keks, bomm og saft a borðið til børnini, og so í skápið at finna leikutoy fram aftaná, tað er eisini eitt stórt tómrúm hjá teimum, og ringt at skilja at tær ikki skulu síggja teg aftur her, tí tú ert farin heim til Jesus pápa at búgva nú.


Eg sakni so nógv at kunna ringja til tín og at vitja teg, tí tú vart altíð klár at geva ráð um ástóð. Tað var mangan at eg ringdi og spurdi teg hvussu veðrið fór at vera í morgin, tí eg hevði gloymt at lurta eftir útvarpinum, tá flenti tú altíð, og segði so skemtliga: nú góða, hevur tú nú aftur gloymt at lurta, men so kom ein góð veðurfrásøgn, og altíð eitt gott prát.


Tað er nógv gott eg kundi skriva um teg, elskaða omma, tí tú vart eitt so vælsignað gott menniskja, saknurin er ómetaliga stórur, men mín uggi er at vit ein dag skulu møtast aftur heima í Himli, hjá tí frelsara, sum vit hava sett okkara álit á.


Má Harrin signa okkum øll ið eftir sita, hugsi nógv um tykkum góða mamma, babba, gumma, Hans, Majkin (mostur) og Jónleivur v/fam.


Hvíl í friði mín elskaða omma, takk fyri alt sum tú hevur verið fyri meg, Karl og genturnar.


Heidi