Nú eru tit farin heim til Harran. Eg minnist tá ið tú plagdi at hoyggja hjá Jákup Petersen, har tú fekst besta lambi í løn, tá var eg bert 6 ár. So plagdu vit at breiða fisk á fiskastykkinum hjá Sámal Peturi Petersen í Fuglafirði. So plagdu vit at skera torv norðuri í Halgadali saman við Jakku.
Mamma hevði eitt tungt hús við 8 børnum. Vit báðir, Franklin og eg, plagdu at leita eftir rekaviði í fjøruni til at brenna. Pápi, tú plagdi at passa motorarnar á trøðni saman við Ditlev Eledevig áðrenn SEV kom. Pápi sigldi í nógv ár við Vón og Fame, sum Sigurd Simonsen í Fuglafirði átti.
Mamma og pápi, tit verða ongantíð gloymd. Friður veri yvir minni tykkara.
Tórshallur Andreasen









