Røðin av hvøkkum hesu seinnu árini hevur verið long hjá tykkum. Í hesum tungu løtunum var Lena tær góð at hella til. Tó - Lena legði nú frá sær uttan at siga frá ella at tað vardi nakran. Kanska betri, heldur enn at liggja leingi á strá, tá so skuldi verða.
Lena; Bónda-Lena, sum vit eisini kallaðu hana, var av sonnum ein megnar kvinna. Ómetaliga røsk, kvik og reinfør. Hevði stóra umsorgan fyri sínum og var hjartagóð - Tað feyk frá henni og verkið var hegnisliga og væl gjørt; reinleikin altíð í hásæti. Hetta merkti sjálvandi eisini heim tykkara, har alt hevði sítt pláss og ein kærlig hond hevði verið eftir øllum. Lena var sterk og løtt av lyndi, dámdi væl ein góðan látur. Tað var ongantíð keðiligt har Lena var.
Tú Fritleif hevur verið ein merkismaður og brotið upp úr nýggjum. Funnið nýggjar leiðir og hættir á einum garði, sum hevur verið bundin at aldargomlum siðvenjum.
At reka ein garð, uttan eina kvinnu, sum orkar og vil vera við, ber at kalla ikki til - her hevur tú havt tín stóra stuðul í Lenu til dagliga yrkið á garðinum og heima. Ja, tað hevði kanska ikki borið til uttan Lenu at brotið so upp úr nýggjum, sum tú hevur gjørt. Tí hon var tín holli stuðul og var viðvirkandi til, at tú tordi og orkaði at fara undir fyrimyndarligu verkætlanir á garðinum, sum eisini hava víst øðrum á nýggjar leiðir.
Tí er tað serliga tómligt, nú tín betri helmingur ikki er at ríka tær lívskvøldið. Tit høvdu nógv at tosa um og nógv at vera saman um - her serliga ommu- og abbabørnini og ikki minst lítla Fritleiv, sum av røttum hevur vunnið sær stórt rúm í hjørtum tykkara.
Til jarðarferðina sat hann so fittur og reisti ommuni ein minnisvarða við at skriva "Omma" í sandin framman fyri ta opnu grøvina. Samstundis hugdi hann undrandi at manninum í tí svarta kjólanum, sum segði ymisk óskiljandi orð. Fritleivur reistist og troystaði grátandi mammu sína: "Hví grætur tú? Omma er jú hjá Jesu-pápa!" Jú, einfalda barnalundin kann geva okkara iva royndir, men tó troyst í einfalda boðskapinum.
Í sælum bústaðum bíða Lena og Jógvan okkum saman við øllum hinum, ið undan eru farin.
Við ríkum minnum um eina góða farna tíð saman við eini megnar kvinnu, kanst tú líta aftur um bak og ikki smæðast við vala førningin, tit bæði settu eftir tykkum - tú kanst rætta ryggin og vera glaður.
Við góðu minnunum verið tær troyst og uggi, saman við tínum kæru og vinfólkum.
Friður verið við minnunum um Lenu Joensen - Bónda-Lenu.
Dávur