Tí er tað so nógv verri at fata, tá fólk í besta aldri so brádliga verða tikin frá okkum. Boðini um, at Jens Pauli ikki var millum okkum longur, vóru hørð at svølgja. Tað kundi ikki passa, ikki hann. 51 ára gamal, í besta aldri, altíð í gongd við okkurt, hevði seyð, hoyggjaði, var væl fyri, nei tað kundi ikki passa. Men tá jeg so ringdi á sjúkrahúsi, hansara arbeiðspláss, tá kundu tey vátta syrgiligu boðini. Øll har vóru eisini skelkaði. Hann var ein so stór persónligheit, ein sum altíð var glaður. Hansara lætta lyndi smittaði altíð av á tey, sum hann umgekst. Bæði arbeiðsfólkið, men so sanniliga eisini sjúklingarnir nutu gott av tí positiva andanum, sum Jens Pauli altíð hevði við sær. Hann var væl kendur um alla oynna, kundi altíð fáa prát í lag við øll hann kom í samband við, ein stór dygd, tá arbeitt verður við sjúklingum, ið ikki altíð hava tað lætt. Jens Pauli var útlærdur timburmaður, men hevur tey síðstu nógvu árini arbeitt sum portørur/ambulansumaður við Suðuroyar Sjúkrahús. Eitt arbeiði hann røktaði væl og gekk høgt uppí. Jeg var ein av teimum, sum kom at arbeiða saman við Jens Paula, og hann var beinanvegin tann sum fekk ein at føla seg væl á arbeiðsplássinum. Altíð fúsur at hjálpa, og at læra frá sær, sera fryntligur, ein ið kundi læra ein nógv. Sum systur mín segði, at var man ikki í góðum lag onkran dagin, ja so fekk Jens Pauli ein í gott lag. Jens Pauli hevði eitt ungt sinn, fylgdi vær við allastaðni, ikki minst innan ítróttin. Sum gamal 1.-deildarspælari var hann til hvønn dyst, og ikki bara á Sevmýri. Og eisini sum billardspælari, taldist Jens Pauli millum teir frægastu.
Hann var sera røkin maður, gekk høgt uppí tað hann var í gongd við. Tað er heimi hjá Jens Paula og Súsonnu eitt gott dømi um, altíð vælhildið, og við einum flottum hava rundanum. Jeg haldi aldrin, jeg havi sæð Jens Paula liggja og dasa uttanfyri húsini hjá sær, antin so slóð hann gras, málaði, spulaði, ella var í gongd við okkurt annað. Og soleiðis minnist jeg hann eisini frá sjúkrahúsinum, altíð fann hann sær okkurt at gerða, sjálvt um hansara arbeiðsuppgávur longu vóru loystar. ?Og soleiðis fór hann eisini frá okkum, í gongd við at røktað seyðin, sum hann so dúgligani gekk upp í.
Tá ein situr soleiðis, og skal minnast aftur á ein mann sum Jens Paula, so virka orð so fátækslig og lítisigandi. Tað eru so nógvar hendingar, ein heldur kundi nevnt. Onkran buldrasligan náttartúr kanska við ambulansanum í toku eftir oyggj, hina ferðini okur koyrdu út til tín at vísa tær tann nýggja ambulansan okur høvdu fingið, ella hitt summarið, tá okur gingu uppi á takinum á sjúkrahúsinum í sólskininum, ella okkurt Gamlaárskvøld í kantinuni við ræstum kjøti og sangi. Í ár stendur tín stólur tómur Gamlaárskvøld, og tað er so ómetaliga tungt at fata.
Saknurin eftir Jens Paula er stórur. Tann stóra fjøldin til jarðarferðina vitnar eisini um, at Jens Pauli var ein sera avhildin maður, og tað er soleiðis jeg fari at minnast hann fyri, eitt stás, í ordsins rætta týdningi. Til Súsannu, Pól Arna og Sólvu, foreldrini og systkini ið luttaka í stóru sorgini yvir at hava mist Jens Paula, má Harrin styrkja tykkum øll í tíðini, sum kemur. Okur eru nógv, sum føla við tykkum í tykra stóru sorg. Hvíl í friði góði vinurin, okur gloyma teg ikki.
Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin Jens Paula Poulsen.
Ein vinur